lands1.jpg

Landsliðið savnast í Tórshavn

Eftir at landsliðsvirksemið í borðtennis hevur havt ein longri steðg enn ætlað vegna korona-smittu og eina tóma kappingarskrá, so fer føroyska landsliðið nú aftur at savnast á venjingarlegu. Hetta er fyrsta venjingarlegan í kappingarárinum, sum verður skotið í gongd í næstum.

 

Eftir ætlan skuldi føroyska landsliðið luttaka í Arctic Open í mei, men hetta varð avlýst orsakað av korona-smittuni. Um sama mundið skuldi manslandsliðið spæla EM-undankapping í Wales og kvinnulandsliðið spæla EM-undankapping í Kosovo, men eisini her darvaði korona-smittan, og kappingarnar vórðu útsettar.

 

Nú er so stundin komin at savnast aftur og brynja seg til komandi uppgávur. Venjingarlegan verður í høllini á Hálsi í Havn nú komandi vikuskifti, frá fríggjadegi 18. september til sunnudagin 20. september. 11 leikarar vera við, og vant verður tvær ferðir um dagin hesar tríggjar dagarnar.

 

Venjari á venjingarleguni verður landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher.

 

Nakrir av útisetunum koma heim, men tað eru ikki øll, sum høvdu møguleikan til tess eitt nú orsakað av at tey ymisku korona-tilmælini mugu haldast. Útisetarnir halda tó ikki frí, men venja so vítt møguligt í feløgum teirra í Danmark hetta vikuskiftið.

 

Við til venjingarleguna hjá A-landsliðnum eru eisini bodnir seks leikarar frá ungdómslandsliðnum - tríggir ungir menn og tríggjar ungar kvinnur. Spennandi og munagott verður tað hjá hesum talentunum at royna seg ímóti teimum royndari leikarunum.

 

Kappingarskráin fyri komandi kappingarár verður løgd í hesum døgum, og hon verður kunngjørd her á heimasíðuni so skjótt hon er endaliga klár.

 

Leikarar til venjingarleguna:

Anja Wongwai

Ári Fríðason Jensen

Britt Michelsen

Durita Fríðadóttir Jensen

Heri Lava Láadal

Eyðun F. Ellendersen

Marin Elisabet Poulsen

Ragnar Egilsson

Pætur Albinus

Sólja Hilduberg Djurhuus

Tórur Eið Eliasen