Í døgunum 17. til 19. mai fer føroyska landsliðið at luttaka í Arctic Open, sum í ár verður í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík. Hetta er ein millumtjóða kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland við skiftandi vertsskapi. Næsta ár eru Føroyar vertir.
12 føroyskir spælarar eru úttiknir til kappingina hesaferð. Landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, hevur valt at úttaka seks kvinnur og seks menn. Hetta verður sostatt fyrstuferð, at Føroyar stilla upp við tveimum kvinnuliðum og tveimum mansliðum í Arctic Open.
Á manssíðuni eru Føroyar fullmannaðar, men á kvinnusíðuni eru avboð komin frá Henriettu Nørr og Onnu Mikkjalsdóttir vegna ávikavist skaða og próvtøku. Ístaðin eru tvær royndar vinstrahendur komnar úr TBF, nevniliga Elinborg C. Mortensen og Rakul Mikkjalsdóttir. Úr TBF eru tær báðar ungu, Anja Wongwai og Britt Michelsen, eisini úttiknar. Tær fáa sínar fyrstu landsdystir í Íslandi.
Føroyar til Arctic Open
Menn
Fróði Fríðason Jensen
Hallur Thorsteinsson
Eyðun F. Ellendersen
Pætur Albinus
Knútur Jóannesarson
Sveinur M. Nolsøe
Kvinnur
Durita Fríðadóttir Jensen
Rakul Mikkjalsdóttir
Elinborg C. Mortensen
Sólja Hilduberg Djurhuus
Britt Michelsen
Anja Wongwai
Venjari
Simon Nykjær-Fisher