Føroyska A-landsliðið í borðtennis hevur hetta vikuskiftið verið savnað á venjingarlegu í Tórshavn, har tað er blivið til fimm venjingar frá fríggjadegi til sunnudag.
Tað er landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, sum hevur staðið fyri venjingunum, og hann letur væl at, hvussu tað hevur gingist hetta vikuskiftið.
- Eg havi lagt dent á hvat hvør einstakur leikari hevur tørv á at venja, men samstundis eisini havt eitt felags fokus á hvussu vit avgera bóltar í dysti, sigur Simon.
Landsliðið er regluliga savnað á venjingarlegum, men hendan venjingarlegan var startskotið á kappingarárinum 2022/2023 og framtíðarætlanum annars.
- Í ár snýr tað seg um at betra okkum fram ímóti oyggjaleikunum næsta ár. Vit skulu raka rætta støðið røttu løtuna, soleiðis at vit hava bestu fortreytir fyri at avrika væl, sigur Simon víðari.
Tey, sum luttóku á venjingarleguni hesaferð, vóru Albert Weihe Wolfsberg, Anja Wongwai, Ári Fríðason Jensen, Britt Michelsen, Durita Fríðadóttir Jensen, Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson.
Nakrar myndir frá venjingarleguni síggjast niðanfyri.