kontrast-fm-13.png

KONTRAST FM 2013 í høllini á Hálsi leygardagin 6. apríl

Leygardagin 6. apríl verður stóri felags finaludagurin í judo, borðtennis og badminton í Høllini á Hálsi í Havn. Heitið á tiltakinum í ár er KONTRAST FM 2013. Hetta er eitt afturvendandi finalutiltak, sum hýsir FM-finalunum hjá hesum ítróttargreinunum og árliga borðreiðir við sonnum finaluendabrestum í eini væl vitjaðari høll.

Spenningurin verður neyvan minni í ár enn undanfarin ár, og í ár eru fyriskipararnir erpnir av at bjóða til eitt finalutiltak, har støðið á leikarunum helst er hægri enn nakrantíð. Júst hesar ítróttargreinar hava sent hópin av leikarum uttanlands at royna eydnuna, og í ár koma føroyskir leikarar búsitandi í Danmark, Týsklandi og Onglandi heim at kappast um FM-gullið.

Sum áskoðari verður aftur í ár hópin av undirhaldi. Longu kl.11 byrjar forvitnisligt upphitingartiltak í høllini á Hálsi við eitt nú spølum, undirhaldi, andlitsmáling og øðrum fyri at fáa teg í rætta hýrin til finalurnar, sum sjálvsagt verða spældar undir framúr góðum umstøðum.

Eins og undanfarin ár fer sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya at senda beinleiðis frá tiltakinum. Tey hava fyrireikað senditíðina til finaludagin við fleiri upptøkutólum og frásøgufólkum frá judo, borðtennis og badminton. KvF sendir beinleiðis frá klokkan 14 og til steypahandanin er av.

Um kvøldið, tá ið allar kappingarnar eru av, verður stór felags gallaveitsla.

Nærri kunning um skrá og klokkutíðir verða at síggja á Facebook-síðuni 'Stóri finaludagur í badminton, judo og borðtennis' umframt á heimasíðunum judo.fo, bsf.fo og btsf.fo.