A-bólkurin í GP-kappingini í borðtennis er eitt sindur umskipaður, so at man nú spælir í tveimum bólkum, fyri síðani at spæla hálvfinalur og finalu.
Og eftir at hava tapt í aðru hálvfinaluni ímóti Knúti Jóannesarsyni segði Pætur Albinus: 'Knútur var flúgvandi'!
Og í finaluni var eisini um reppið, at Knútur vann ímóti Peter Niclasen. Peter vann 11-8 í seinasta setti, og var talan sostatt um sera javnan dyst. Eisini Hanus Sørensen gjørdi um seg, og tryggjaði sær 3. pláss við at vinna á Pæturi Albinus í dystinum um 3. plássið.
Sostta kunnu vit frøast um, at enn eitt ungt ættarlið av ungum evnaríkum borðtennisleikarum er ávegis.
Úrslitini í bólki A:
nr.1 Peter Niclasen, TÓR
nr.2 Knútur Jóannesarson, TÓR
nr.3 Hanus Sørensen, TÓR
nr.4 Pætur Albinus, TÓR
nr.5 Anna Mikkjalsdóttir, TBF
nr.6 Durita F. Jensen, TÓR
nr.7 Kai Roest, TBF
nr.8 Elinborg Nygaard, TBF