kapp-utsett.jpg

Kappingarnar útsettar fyri veður

Vegna vánaliga veðurforsøgn í annaðkvøld hevur kappingarnevndin í Borðtennissambandi Føroya avgjørt, at ætlaðu kappingarnar, Føroyar Topp 12 og Kongaborð, sum skuldu vera í morgin, 26. januar, eru útsettar.

 

Í næstum verður avgjørt nær kappingarnar í staðin verða spældar. Nærri verður at frætta her á heimasíðuni.

 

TBF, sum skuldi vera vertur fyri kappingunum í morgin, skipar fyri venjing og spæli fyri øllum áhugaðum í høllini í Trongisvági í morgin, 26. januar frá kl.10.00.