Leygardagin 26. januar vera borðtenniskappingar í Trongisvági. Talan er um Føroyar Topp 12, har 12 teir fremstu leikararnir í Føroyum í løtuni fara at kappast, og fyri øll onnur verður skipað fyri kongaborði.
Kappingarnar byrja kl.10.00. Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í Topp 12-kappingini og í kongaborð-kappingini.
Fyri at síggja hvørji eru við í topp 12-kappingini, ber til at hyggja at samlaðu Grand Prix-støðuni í viðhefta fíli niðanfyri. Møtir ein/fleiri úr topp 12 ikki til kappingina, fella hesi plássini til tey næstu á listanum – tvs nr. 13, 14 o.s.fr.