GP4.jpg

Kapping verður nú leygardagin

Nú leygardagin 11. februar verður 4. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Hetta er ársins næstseinasta Grand Prix-umfar, av tí at kappingarnevndin hevur avgjørt, at tað vegna mongu útsetingarnar í ár bara verða spæld fimm umfør í mun til vanligu seks.

Kappingin leygardagin byrjar kl.12:00, og tilmeldingin til kappingina fer fram við dómaraborðið beint áðrenn kappingin byrjar. Borðtennissamband Føroya vónir at síggja nógvar leikarar til kappingina.