GRAND-PRIX-5.jpg

Kapping í Trongisvági sunnudagin

Nú sunnudagin 26. januar verður fimta Grand Prix-umfar spælt í høllini í Trongisvági. Hetta er næstseinasta umfar í Grand Prix-røðini, har spenningurin veksur í fleiri av deildunum í samlaðu kappingini. Sí samlaðu støðuna her.

Samstundis verður skipað fyri Masters-kapping. Hetta er kapping fyri vaksnar leikarar, ið kanska fyrr hava vant meira borðtennis enn teir gera nú. Seinasta Masters-kapping var í øllum førum sera væleydnað. Ikki er neyðugt við tilmelding frammanundan, so tað er bara at møta upp við batti í hond.

Kappingarnar, bæði 5. Grand Prix-umfar og Masters-kappingin, byrja kl.13:30. Heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn og melda seg til við dómaraborðið.