Skærmbillede 2024-07-09 kl. 21.21.54.png
Kai Roest við gullnál og heiðursbrævi frá ÍSF.

Kai Roest heiðraður við gullnál frá ÍSF

"Kai Roest fær við hesum gullnál ÍSFs fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama", stendur í heiðurbrævinum, sum Kai fekk frá ÍSF farna leygardag.

Skúlagarðurin í Trongisvágs skúla líktist ikki sær sjálvum henda leygardagin. Har vóru borðtennisborð yvir tað heila! Gaman í eru borðtennisvenjingar har í heilum, og hesuferð var aftur rokan í fjøruni, tó nakað øðrvísi.

Nakrir garpar frá borðtennisfelagnum TBF høvdu leitað sær inn hagar at seta saman fimm spildurnýggj borðtennisborð, ið felagið júst hevði ognað sær. Meðan nakrir settu nýggju borðini saman, vóru aðrir í ferð við at umvæla gomlu borðini. Ímillum hesar garparnar gekk Kai og knossaðist. Ikki hevði hann nakra hóming av, at annað var á skránni í skúlagarðinum júst henda leygardagin.

Kai Roest og aðrar góðar kreftir í TBF seta nýggju borðini saman.

Ímeðan menn stríðast og strevast, koma tvær damur við súpan og køku. Enn hevur Kai onki varnast.

Brádliga tekur Vagnur - eitt annað kent andlit í TBF og BTSF (Borðtennissamband Føroya) - orðið, og fær samlað tey hjástøddu. Síðan vendi hann sær ímóti Kai, og so bleiv tað heila meira hátíðarligt.

Hann tók fram ein pappírslepa og bar fram hesi føgru orðini um Kai:

-

"Kai Roest heiðraður við gullnál og heiðursbrævið frá ÍSF.

Ikki mong hava nátt tað, men Kai hevur sitið sum formaður í TBF síðani 1998 - ella í samfull 26 ár, uttan íhald.

Við sínum lætta lyndi, góða hugburði og framúr góðu leiðaradygdum, hevur hann verið drúgvur í formanssessinum og hann røkjur hann enn, sum fyrstu ferð, hann bleiv valdur í sessin. Hann hevur havt serligar dygdir, at røkt sínar skyldur innan nevndararbeiði. Altíð hevur hann verið góður á at heita. Øll hesi árini hava nógvir bóltar verið í luftini í senn, alt frá bingo, lutaseðlasølu, dansi, diskoteki, stuðlar og at veita leikbúnar til limir felagsins.

Afturat formannsessinum, hevur hann eitt langt tíðarskeið verið venjari hjá ungdóminum í felagnum, har hann hevur víst, at hann hevur gott hegni at venja børn og ung, og har hann altíð hevur verið væl móttikin.

Til kappingar, sum TBF ella BTSF hava skipað fyri, hevur hann sitið við dómaraborðið og syrgt fyri, at alt hevur gingið rætt fyri seg. Tá ið kappingar hava verið norðanfjørðs, hevur hann tíðum verið ferðaleiðari. Túrarnir, tá ið Kai var við til Havnar, Nólsoyar, Toftir, Kamsdalar, minnast vit øll afturá sum nakað serstakt. Kai setur altíð dám á, har hann er.

Øll hesu árini síðani hann byrjaði at leika borðtennis sum smápiltur í 1980´unum við TBF, hevur hann luttikið í óendaligum kappingum, sum Borðtennissamband Føroya hevur skipað fyri. Okkurt tíðarskeið eisini á føroyska landsliðnum, har hann hevur umboðað Føroyar í altjóða kapping, millum annað til Arctic Open í Grønlandi.  Eisini hevur Kai sum leikari verið við til uttanlandsferðir, ið TBF hevur skipað fyri, bæði í Danmark og í Svøríki.

Í Borðtennissambandinum røkjur hann sessin í kappingarnevndini sum nevndarlimur.

Tí meta vit, at Kai Roest hevur verið við til at gjørt eitt munagott arbeiði fyri føroyskan ítrótt, har hann hevur stuðlað og havt áhuga ítróttinum at frama.

Hjartaliga tillukku við heiðursbrævinum og gullnálini, sum vit her handa tær vegna ÍSF."

Undirritaða var sjálv til staðar hesa hátíðarløtuna mitt í øllum rokanum, og haldi eg, at Kai virkaði eitt sindur ovfarin. Men tað er nú væl skilligt, tá ið ein soleiðis verður tikin á bóli við flottum heiðri ein slíkan rokmiklan dag.

Vónandi lætti hesin heiðurin um hjá Kai - og eisini hinum garpunum, sum kundu gleðast saman við honum, tí enn vantaðu fleiri tímar í, áðrenn borðini vóru bøtt um, samansett og klár at taka í nýtslu. Flott arbeiði, tit allir!

Hjartaliga til lukku við gullnálini og heiðursbrævinum, Kai!

- Elinborg

Kai Roest og Elinborg C. Mortensen.

TBF eigur nógvar góðar lokalar kreftir. Her vóru nakrar teirra savnaðar leygardagin.