2425_r_705_0.jpg

Jörgen Persson gevur bók út

Tað er ikki so ofta, at nýggjar borðtennisbøkur koma á marknaðin, men nú fáa tey borðtennisáhugaðu, ið eisini dáma at lesa, nakað at gleða seg til, tí tann 24. novembur kemur nevniliga nýggja bókin ”Den snälla världsmästaren” - ein ævissøga um heimskendu svensku borðtennislegenduna, Jörgen Persson - á marknaðin.

Jörgen Persson, sum í dag er 52 ára gamal, er fimmfaldaður heimsmeistari, og hann var eitt nú við á søguliga svenska liðnum, ið megnaði at koppa Kina í HM í Dortmund í 1989. Jörgen er tiltikin vinarligur og fyrikomandi, og rithøvundarnir siga, at heitið á bókini ”Den snälla världsmästaren” tískil var púra upplagt.

Í bókini greiðir Jörgen Persson eitt nú frá borðtennisleiðini, heilt frá einum frítíðarheimi í Halmstad, har alt byrjaði, fram til OL í London í 2012, har tað endaði. Hann greiðir frá lívinum sum fulltíðarspælari í Týsklandi og lýsir ævigu kappingina við Kina, men hann greiðir eisini frá lívsins kreppum, sum vóru um at gera enda á borðtennisleiðini longu í 1990-unum.

Bókin er skrivað í samstarvi við Jens Fellke og Helenu Egerlid, sum eisini vóru við til at gera kenda dokumentarin, ”Bragden”, ið snýr seg um tá ið Svøríki sigraði á Kina. Bókin er góðar 200 blaðsíður og kostar 260 krónur. Bókin kann keypast í Føroyum tá ið mennarin í BTSF, Jan Berner, tekur nøkur eintøk við sær til Føroya mitt í desembur. Bílegging fer fram á jan.berner@olympian.org