Starvsnevndin í Borðtennissambandi Føroya hevur havt sín fyrsta fund eftir aðalfundin.
Fyrst á skránni var at skipa nevndina. Jóannes Guttesen er nýggjur formaður, eftir at Ivan Niclasen ikki tók við afturvali á aðalfundinum 3. juni.
Rógvi Thorsteinsson heldur fram sum kassameistari, og Jens Pauli Nolsøe heldur fram sum skrivari.