hm2.jpg

HM, dagur 2: Vónbrot - men ongan týdning

Fyrsti dystur á øðrum kappingardegi var ímóti Curacao, sum er eitt rímiliga nýtt land sprottið burturúr hollendsku Anthillunum. Har búgva 140.000 fólk og eru 40 borðtennisleikarar teirra av teimum fleiri hundrað tilsamans á góðum støði.

Tó var Curacao tað landið, sum Føroyar høvdu sæð sær bestar møguleikar at vinna á, og leingi sá eisini út til at Føroyar skuldi vinna greiðan sigur. Fróði F. Jensen vann fyrsta dystin á Michael Dalnoot, og síðani gjørdi Hallur Thorsteinsson eitt rimmar comeback ímóti Dimitri Leon, og vann hann 3-2 eftir at hava verið aftanfyri 0-2.

Støðan var tískil 2-0 til Føroyar í dystum og høvdu Føroyar trý skot í byrsuni at vann triðja dystin, sum tryggjar ein sigur. Í fyrstu royndini misti Pætur Albinus møguleikan, eftir at hann - hóast fimm yvirlivdar dystarbóltar til at tapa 0-3 - tapti 2-3 ímóti Erik Van Veenendaal. 

Fróði og Hallur misnýttu eisini sínar møguleikar at tryggja føroyska sigurin og taptu teir báðir 3-0. Tað merkir, at Føroyar vóru eitt sett frá at vinna 3-0, men at enda máttu tapa 3-2. Ein øgilig vend, sum leikararnir vóru ógvuliga vónbrotnir av.

Í seinna dystinum í dag var greitt frammanundan, at lítil møguleiki var at vinna bara ein dyst. Tað var ímóti Trinidad & Tobago, sum eitt nú hevur Dexter St. Louis í hópinum - ein leikari, sum liggur nr. 300 á heimsstyrkislistanum. Trinidad & Tobago vann dystin greitt og megnaðu føroysku leikararnir ikki at vinna eitt einasta sett. Trinidad & Tobago vinnur bólkin og flytir tískil upp í fjórðbestu deildina, har teir allarhelst eisini hoyra heima.

Vónbrot hevur merkt ivasama hýrin í føroyska hópinum í dag, men ein kann ugga seg við, at tapini í dag ikki høvdu nógv at siga hóast alt. Kappingin er nevniliga skipað soleiðis, at trý tey bestu liðini í hvørjum bólki sleppa víðari í ein vinnarabólk, meðan trý tey aftastu liðini fara í ein taparabólk. Føroyar og Curacao kappast í grundini bara um fjórða og fimta plássið í bólkinum, so undir øllum umstøðum høvdu Føroyar endað í taparabólkinum.

Mikudagin kl.12 føroyska tíð spæla Føroyar seinasta dystin í bólkinum, sum er ein týdningsleysur dystur ímóti Kyrgistan. Lutakast verður síðani kl.16.30 og tá verður greitt, hvørji mótstøðulið Føroyar koma at hitta í taparabólkinum, sum byrjar hósdagin.