Sum siður er í sambandi við FM í borðtennis, so verður á gallaveitsluni á kvøldi latnir heiðrar til teirra, ið hava útmerkað seg á einhvønn hátt í kappingarárinum.
Heiðrarnir eru ársins leikarar hjá kvinnum og monnum, ársins ungi leikari og ársins herðaklapp, ið verður latið einum, ið hevur gjørt serliga nógv borðtennis at frama.
Niðanfyri sæst yvirlit við teimum, sum í ár vórðu heiðraði.
Ársins í 2025
Ársins leikari, kvinnur: Britt Michelsen
Ársins leikari, menn: Albert Weihe Wolfsberg
Ársins ungi leikari: Rasmus Teitsson í Skorini
Ársins herðaklapp: Teitur Haraldsen Albinus