Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir hava leikt seg í hálvfinaluna í tvímansleiki fyri kvinnur. Tískil er oyðimarkargongdin viðvíkjandi føroyskum heiðursmerkjum í borðtennis á oyggjaleikunum síðani 2005 endað.
Kl. 09.30 spæla tær hálvfinalu og so fáa vit at síggja hvussu leikur fer. Bronsan er tryggjað - møguleiki er fyri gulli ella silvuri.
Hetta er fyrstu ferð, liðkappingin undantikin, at kvinnurnar hava vunnið heiðursmerki fyri Føroyar í borðtennis.