henri-og-durita.jpg
Peter Niclasen, landsliðsvenjari, saman við Henriettu og Duritu eftir hálvfinalusigurin.

Henrietta og Durita eru í finaluni

Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen hava spælt seg í finaluna við at vinna hálvfinaluna 3-1. Mótstøðuparið var eitt lutfalsliga sterkt par av Gotlandi.

Finalan verður kl. 1200 í dag.

Nú kl. 1000 fer Henrietta á vøllin í sínari hálvfinalu í einstaklingakappingini