Finalan í einmansleiki hjá kvinnum varð eisin avgreidd stóra finaludagin, ið var leygardagin.
Tað vóru tær báðar Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir, ið møttust í finaluni.
Henrietta býr og spælir í Danmark, meðan Rakul býr og venur á Tvøroyri.
Henrietta vann finaluna við úrslitinum 4-1 í settum.
Spenningur var tey fyrstu settini, men tá Henrietta kom fram um 3-1, tóktist tað, sum um Rakul misti trúnna uppá sigurin.
Rakul Mikkjalsdóttir - nr.2 í einmansleiki hjá kvinnum