Mikudagin og hósdagin fer Henrietta Nielsen at royna seg í EM í borðtennis. Kappingin fer fram í Messecenter Herning restina av vikuni.
Henrietta, sum er einasta føroyska umboð í kappingini, fer at royna seg í einstaklingakappingini hjá kvinnum.
Føroyski lansliðsvenjarin, Jan Berner, fer at leggja henni lag á á síðulinjuni.
Rokna verður við, at Henrietta fær dygga mótstøðu og at tað skulu undur til um hon skal spæla seg víðari úr bólkaspælinum.
Henrietta er í bólki við Pernille Agerholm úr Danmark, Moniku Molnar úr Ungarn, Alenu Dubkova úr Hvítarusslandi og Levu Venslaviciute út Litaua. Alena Dubkova er styrkismett nr. 82 í Europa og er mett sum besti leikarin í hesum bólkinum.
Henrietta hevur seinastu tíðina verið sera íðin í venjingini - millum annað hevur verið á venjingarlegu bæði í Norðurkorea og í Rumenia.
Henrietta er ættað úr Fuglafirði, men hevur búð í Danmark síðani 6-7 ára aldur.