Henrietta Nielsen hevur skrivað føroyska borðtennissøgu!
Júst nú hevur hon spælt seg til eitt bronsuheiðursmerki í single. Í drúgvu oyggjaleikasøguni, har borðtennis hevur verið við allar leikirnar (Bermuda 2013 undantikið) hevur eingin føroysk kvinna megnað at vinna eitt heiðursmerki í einstaklingakappingini.
Eftir at hava vunnið dramatiskan sigur undanfarnar umfar, so vant hon burturúr Charlotte Case, Guernsey, í fjórðingsfinaluni. 3-0 eftir einans 12 minuttum.
Fantastiskt!
Ein glaður borðtennishópur fegnast og nú gleða vit okkum til hálvfinalurnar ímorgin.
Hálvfinalan í tvímansleiki hjá kvinnum byrjar kl. 0900 og Henrietta skal leika hálvfinalu kl. 1000.