Mikukvøldið 4. apríl kl. 19.00 verður okkara fremsti kvinnuligi borðtennisleikari, Henrietta Nielsen, at hitta í Mentunarhúsinum í Fuglafirði.
Henrietta Nielsen er ættað úr Fuglafirði og í samband við FM kappingina, ið endar við finalum leygardagin 6. apríl, fer Henrietta við myndum og orðum at greiða frá hennara borðtennislívi. Eftir framløguna fer hon at spæla borðtennis saman við øðrum borðtennisleikarum og so sleppa áhoyrarar og onnur áhuga eisini at royna seg við borðini.
Umframt at venja og luttaka í kappingum í Danmark, fyri felag sítt SISU MBK, so venur Henrietta eisini í Týsklandi og hon umboðar føroyska borðtennislandsliðið til EM og HM kappingar umframt Oyggjaleikir.
Seinasta árið hevur hon eisini verið á venjingarlegu í fjarskotnum londum, sum Norðurkorea og Rumenia.
Hon hevur vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikum og í DM.
Sum gløggi lesarin longu hevur skoðað, so er Henrietta sera íðin borðtennisleikari - hesum hevur tú møguleika fyri at frætta meiri um í Mentunarhúsinum komandi mikukvøld kl. 19.00.
Tiltakið er ókeypis.