Henrietta Nielsen hevur víst borðtennisspæl í einum flokki fyri seg millum hinar grøndlendsku, íslendsku og føroysku kvinnurnar hetta vikuskiftið. Í finaluni í einmansleiki smurdi hon Karlinnguaq Lundblad úr Grønlandi av. 4-0 eftir stuttari løtu.
Triðja gullmerkið til Henriettu hesa ferð - umframt bronsu í blandaðum tvímansleiki. Tað kann ikki gerast nógv betri.