henri-bronsu-dm-senior.jpg

Henrietta bronsu í DM senior

Henrietta Nielsen hevur vunnið eitt heiðurligt bronsuheiðursmerki í DM í borðtennis.

Í tvímansleiki hjá kvinnum eydnaðist tað Henriettu, at vinna bronsu.

Í einmansleiki tapti hon 4-1 ímóti liðfelaga sínum úr Sisu MBK tíðliga í kappingini.

Henrietta kemur heim at luttaka í FM í ár. Roknast kann við, at hon eisini verður at síggja í sjónvarspsskíggjanum leygardagin tann 6. apríl, tá stóri finaludagurin er á skránni.