14 ára gamli Hanus Sørensen spældi seg víðari úr bólkaspælinum ígjár. Saman við Halluri Thorsteinsson.
Ídag skuldu teir royna seg millum 32 teir bestur. Hallur tapti ímóti einum álendingi og Hanus var heppin, tí mótstøðumaður hansara tók seg úr kappingini vegna skaða. So vóru bara 16 eftir.
Næsti maður var 41 ára gamli og dupult so høgi Bjørn Axelsson, sum nú er í hálvfinaluni. Frammanfyri nøsini á ÍSF-forsetanum og mentamálaráðharranum beit Hanus frá sær og stjól eitt sett frá gotlendinginum, men mátti lúta 3-1.