Júst vorðin 14 ár og konfirmeraður pálmasunnudag. Men hann er føroyameistari í smádreingjum, dreingjum, unglingum og í dag var hann centimetrar frá einum finaluplássi millum nakrar trøllvaksnar menn. Hann bankaði Peter Niclasen tvær ferðir (sjálvt um peter er 33 ár eldri!) og so vann hann eisini á Ragnari Egilsson.
Tað var ein vónbrotin Hanus, sum tapti finaluplássið til Pætur Albinus. Men við einum fantastiskum bronsuheiðursmerki um hálsin kann hann fegnast um, at hann er í stórari menning. Og av tí at viljin at vinna er til staðar, so er bara ein spurningur um tíð til hann vinnur fyrsta FM-heitið.
Peter Niclasen var ikki fyltur 16 ár tá hann vann fyrsta FM-heitið í 1984 - so tað er góð tíð.....