hanus-og-hallur-patur-fr.jpg
Hanus Sørensen

Hanus og Hallur víðari, Pætur og Fróði lidnir

Bólkaspælið í einstaklingakappingini varð avgreitt fyrrapartin mikudagin.

14 ára gamli Hanus Sørensen vann tveir dystir og tapti ein og endaði sostatt á øðrum plássi í bólkinum. Hallur Thorsteinsson endaði eisini á øðrum plássi í sínum bólki og heldur fram í kappingini.

Fróði endaði í einum kanónbólki og megnaði ikki at spæla seg víðari hóast ein sigur. Pætur tapti allar dystirnar í sínum bólki.

Kappingin heldur fram í dag har vinnararnir halda fram og taparin er liðugur í kappingini. Kl. 1100 skal Hallur dystast ímóti Jim Bergbo av Ålandi og Hanus fer at royna seg ímóti Leigh Hipkins, sum umboðar Cayman Islands.