hallur-hanus-bardust.jpg
Hallur og Hanus

Hanus og Hallur bardust manniliga

Í tvímansleiki hjá monnum høvdu Hanus og Hallur spælt seg víðari. Hinumegin netið stóðu grøndlendsku brøðurnir Ivik og Aqqalu Nielsen.

Hallur og Hanus bardust manniliga fyrstu settini og høvdu teir grøndlendsku á knøunum. Men teir ressaðust við og vunnu seinastu settini sannførandi.

3-2 tap og so var hendan kappingin liðug fyri føroyngarnar.