hallur-vann-a-legenduni.jpg
Fróði og Hallur í finaluna í einmansleiki.

Hallur vann á legenduni Peter í dramatiskari hálvfinalu

Legendan Peter Niclasen lá á odda 3-1 og var á veg í finaluna í einmansleiki hjá monnum. Men Hallur Thorsteinsson, sum ongantíð hevur vunnið FM, svaraði aftur og vann hálvfinaluna 4-3 í settum. Seinasta og avgerandi settið endaði 12-10 til Hall. Ein fantastiska spennandi hálvfinala.

Hina hálvfinaluna vann Fróði F. Jensen 4-1 á føroyameistaranum Pæturi Albinus. Fróði vann FM í 2012 og 2014.

Lagt er upp til eina spennandi finalu har Hallur Thorsteinsson hevur møguleika at vinna FM fyrstu ferð - ella um Fróði stingur av við FM-heitinum á triðja sinni.

Pætur Albinus vann bronsudystin á Peter Niclasen.