Hann vann 6. og seinasta umfar í vikuskiftinum, og hevur vunnið 4 av 6 umførum. Nr. 2 var føroyameistarin Fróði F. Jensen, og nr. 3 gjørdist Peter Niclasen.
Vikuskiftið 5.-6. apríl verður FM fyri einstaklingar, og spennandi verður, um Hallur vinnur tað eisini, ella um Fróði megnar at verja sítt FM-heitið.
Eisini Peter Niclasen og Pætur Albinus fara væntandi at liggja framvið.