hallur-peter-fm.jpg

Hallur Thorsteinsson og Peter Niclasen í mansfinaluni

Hallur Thorsteinsson úr Tór og Peter Niclasen úr Tór hava spælt seg í finaluna hjá monnum. Hallur vann í hálvfinaluni 4-1 ímóti Róa Agnarssyni, sum heldur óvæntað hevði sligið Pætur Albinus úr kappingini.

Peter Niclasen sló verandi Føroyameistara, Fróða Jensen, út í hálvfinaluni. Peter vann 4-2.

Hallur Thorsteinsson er føddur í 1991 og hevur eina ferð áður verið í FM-finaluni. Tað var í 2010 og tá tapti hann eina spennandi finalu móti Ragnar Egilsson. Hallur hevur øll árini spælt fyri Tór og hann hevur luttikið á føroyska landsliðnum á Oyggjaleikum og í HM.

Peter Niclasen er føddur í 1968. Hann hevur vunnið FM-heitið 15 ferðir og hetta er 24. ferðin hann er í FM-finaluni. Peter hevur luttikið í EM og HM kappingum - hann hevur luttikið á øllum oyggjaleikunum frá 1989 til 2007. Hann hevur spælt við Fram, AB, Tór, Aberdeen, Greve og Virum Sorgenfri.

Peter er venjari, kappingarleiðari, fyrireikari og hann er besti føroyski borðtennisleikari nakrantíð.