567_r_705_0.jpg
Hallur vann 5. umfar, og hevur lagt seg á odda í GP-kappingini

Hallur svarar aftur við at vinna 5. GP-umfar

GP-kappingin í ár hevur bylgjað aftur og fram. Fyrst vann Hallur Thorsteinsson 2 umfør, og síðani vann Fróði Jensen 2 umfør. 

Í dag var so 5. umfar, og har svaraði Hallur so aftur og vann A-bólkin. Hann vann 3-2 í avgerandi dystinum ímóti Fróða. Men Fróði hevur enn møguleikan, um hann vinnur 6. og seinasta umfar, ið verður 9. mars í høllini í Trongisvági.

 

Úrslitini í dag vóru annars:

 

Bólkur A:

nr.1 Hallur Thorsteinsson, TÓR

nr.2 Fróði F. Jensen, TÓR

nr.3 Pætur Albinus, TÓR

nr.4 Knútur Jóannesarson, TÓR

nr.5 Sveinur Nolsøe, TÓR

 

Bólkur B:

nr.1 Eyðun Ellendersen, TÓR

nr.2 Anna Mikkjalsdóttir, TBF

nr.3 Hanus Sørensen, TÓR

nr.4 Kai Roest, TBF

nr.5 Andrias Petersen, TÓR

nr.6 Aksel Kallsberg, TÓR

nr.7 Ingi Gásadal, TÓR

 

Bólkur C:

nr.1 Mortan Hansen, TÓR

nr.2 Leon Rasmussen, TÓR

nr.3 Andras Klein, TÓR

nr.4 Maria Albinus, Purkan

nr.5 Jóhanna Stórhamar, TBF

nr.6 Óðin Ellefsen, TÓR

nr.7 Ægir Egilstrøð, TÓR

nr.8 Ári F. Jensen, TÓR