FM-finalistarnir í einmansleiki, Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson, hava fjórða árið á rað prógvað, at teir eisini eru stinnastir í tvímansleiki.
Tað gjørdu teir í dag við at vinna 3-2 í einari annars tættari og spennandi FM-finalu ímóti ævigu kappingarneytunum, Peteri H. Niclasen og Pæturi Albinus.
Hetta er sum nevnt fjórða árið á rað, at Hallur og Fróði gerast føroayameistarar í tvímansleiki hjá monnum. Teir báðir eru eisini fyrstaval í tvímansleiki á føroyska landsliðnum.