GP-2-og-35.jpg

Grand Prix 2 og 35 ára føðingardagskapping

Borðtennissamband Føroya varð 35 ár í vár. Tí skipar BTSF fyri eini føðingardagskapping leygardagin. Kappingin verður í høllini í Trongisvági.

Samstundis verður kappast í regluligu Grand Prix kappingini. Av tí, at GP2 og GP3 eru útsettar, so verður hetta umfarið GP2. Kunngjørt verður her á síðuni nær og hvar GP3 og GP4 verða.

Kappingin leygardagin byrjar umleið kl. 1000. Umframt vanligu luttøkuna í Grand Prix hevði tað verið stuttligt at sæð fleiri av teimum "eldru" borðtennisleikarunum við batti í hond. Um nóg stór luttøka verður, so verður skipað fyri Old Boys og Old Girls kapping.

Bólkavinnarar og evt. vinnarar í Old Boys fáa sjálvandi ein lítlan vinning fyri ómakin.

Borðtennissambandið bjóðar døgurða og okkurt at sløkkja tostan við eftir lokna kapping ella undir kappingini. Tvs. tað er ikki neyðugt við matpakka.