Leygardagin varð 3. umfar í GP-kappingini avgreitt í skúlanum við Løgmannabreyt.
Kappingin var forvitnislig á meir enn ein hátt. Tveir norðmenn vóru við sum gestir í kappingini, og harnæst vann útisetin Hallur Thorsteinsson A-bólkin.
Kappingin broytt eitt sindur
Kappingarnevndin hevur broytt GP-kappingina eitt sindur. Henda broyting fevnir bert um A-bólkin. Vanliga hevur verið spælt í A, B, C – bólkum o.s.fr. – við seks leikarum í hvørjum. Broytingin er tann, at man nú hevur víðkað um A-bólkin til 10 leikarar, ið spæla bólkaspæl í tveimum bólkum fyri so at enda við semi- og finalu.
Úrslit frá A-bólkinum:
nr.1 Hallur Thorsteinsson, KBTK
nr.2 Rune Byremo, Lia NO
nr.3 Peter Niclasen, TÓR
nr.4 Jens Salvesen, Lia NO
nr.5 Pætur Albinus, TÓR
nr.6 Sveinur M. Nolsøe, TÓR
nr.7 Kai Roest, TBF
nr.8 Knútur Jóannesarson, TÓR
nr.9 Durita F. Jensen, TÓR
nr.10 Anna Mikkjalsdóttir, TBF
Høgni Heinason vann C-bólkin
Høgni gjørdi bart, og vann allar sínar dystir
nr.1 Høgni Heinason, TÓR
nr.2 Hjalgrím Højgaard, TBF
nr.3 Aron F. Knudsen, TÓR
nr.4 Julian F. Knudsen, TÓR
nr.5 Tórur Eið Eliasen, TÓR
nr.6 Olivur Thomsen, TBF
nr.7 Mikal Tummasarson, TBF
Rói Hjaltason vann D-bólkin
Eisini Rói gjørdi bart, og vann allar sínar dystir
nr.1 Rói Hjaltason, TÓR
nr.2 Ari F. Jensen, TÓR
nr.3 Jaspur Jacobsen, TÓR
nr.4 Tór Magnus Kruse, TÓR
nr.5 Martin B. Johannesen, TBF
nr.6 Anja Wonwai, TBF
nr.7 Bára Guttesen, TBF