Eftir 12 tímar í Ryde School fyrsta kappingardagin eru vónirnar góðar, at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Vit vunnu ímóti Ålandi og taptu ímóti Gotlandi. Nøkur iðra seg um tapið, tí sigurin var á stokkinum, men vit mistu. Hinvegin kom sigurin ímóti Ålandi í hús - Åland og Gotland endaðu framman fyri Føroyar á seinastu oyggjaleikum.
Niðurstøðan er, at við morgunmatarborðið vóru vit nøgd við ein sigur og eitt tap - og hetta eydnaðist. Men við nátturðaborðið vóru vit nærri tveimum sigrum og tí eitt sindur av iðran.
Ímorgin eru mótstøðan úr Menorca og Grøndlandi. Á pappírinum lættari mótstøða, so vit skulu vera klár.
Nú eru fólk farin at hvíla seg - ein spennandi dagur liggur og bíðar - og friður valdar á Appley-Manor!