Ein hópur av føroyskum leikarum luttekur í hesum døgum í Roskilde Cup.
Eftir ein heldur slakan fyrsta kappingardag í Roskilde Cup í gjár, var annar og seinasti kappingardagurin á skránni í dag. Í føroyska hópinum eru Kai Roest, Pætur Albinus, Sveinur M. Nolsøe, Knútur Jóanesarson, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen.
Eyðun F. Ellendersen, sum dagliga spælir við SISU MBK í Århus, er eisini við.
Durita legði fyri í dag við at luttaka í dame junior B, har hon spældi seg víðari sum eittari og harvið slapp beinleiðis í hálvfinaluna. Eftir eitt frálíkt avrik vann hon 3-1 í hálvfinaluni og spældi seg í finaluna.
Eisini í finaluni var spælið sera gott til tíðir, men hon var óheppin í avgerandi settinum, tá ið mótstøðugentan fekk eitt hav av netbóltum í sín lut og vann 3-2.
Durita kann tó vera errin av spælinum og avrikinum, har hon vann silvur í einum rættiliga sterkum bólki við nógvum gentum í.
Kai og Anna luttóku í Åben C, og her spældu tey seg bæði víðari. Anna tapti 1/8-finaluna. Kai, lívligi leikarin av Tvøroyri, spældi seg somikið heitan ígjøgnum dagin í dag, at hann fór allan vegin og vann finaluna. Í finaluni uppstóð tann margháttiliga støðan, at tá ið Kai var aftanfyri 2-1 í settum, breyt mótstøðuleikarin battið av berari øði. Yvirdómarin greiddi frá, at hann nú í grundini hevði tapt finaluna, men Kai – sum tann persónurin hann er – valdi at loyva mótstøðuleikarunum at fáa eitt nýtt batt, soleiðis at finalan kundi avgreiðast. Kai vendi dystinum, vann 3-2 og fekk eina t-shirt frá fyriskiparunum fyri at vísa góðan ítróttaranda.
Ein góður síðuvinningur afturat samlaða sigrinum í Åben C. Seinnapartin fekk føroyski hópurin vitjan av einum landsmanni, nevniliga Fróða F. Jensen, sum lesur til lækna í Keypmannahavn.
Hann hevði tikið battið við sær og meldaði seg til herre klasse 1. Føroyski útisetin kom í ein sera sterkan bólk, og hóast hann ikki spældi seg víðari, so kundi hann vera nøgdur við at vinna tann eina dystin av trimum í bólkinum.
Eyðun luttók eisini í herre klasse 1. Í hansara bólki vóru einans tríggir leikarar – Eyðun tapti báðar og kom tískil ikki víðari í kappingini.
Knútur og Sveinur luttóku í U21 C. Her vóru einans tríggir leikarar við, so kappingin varð avgreidd í einum lítlum bólkaspæli. Knútur megnaði at vinna á danskaranum, og hóast Sveinur tapti ímóti honum, so skuldi ein bólkafinala ímillum føroysku vinmennirnar báðar avgera hvør skuldi fara avstað við gullinum.
Tvey sett høvdu verið nokk hjá Knúti, men Sveinur var væl upplagdur hendan dystin. Hann vann 3-1 og fekk harvið gull, meðan Knútur fekk silvur. Seinastu kappingini seinnapartin luttóku Durita og Anna í. Hetta var dame klasse 2, har seks luttakarar vóru við. Avgreitt varð við bólkaspæli, og úrslitini vildu tað soleiðis, at Durita og Anna skuldu spæla um at blíva nummar eitt og tvey. Ein sokallað bólkafinala, sum Durita vann við allarminsta muni, nevniliga 3-2 í settum og 11-9 í avgerandi settinum. Ein góður endi á dagin og ferðina, nú ferðalagið í morgin, mánadag á middegi, setir kósina aftur ímóti Føroyum.