venj.jpg

Fyrsta venjingarlegan hetta kappingarárið

Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis hevur hetta vikuskiftið verið á venjingarlegu í høllini í Trongisvági. Hetta var tann fyrsta av sínum slag í nýggja kappingárinum, sum byrjar í næstum.

 

Á skránni hava verið fimm venjingar frá fríggjadegnum fram til sunnudagin, og við hava verið níggju leikarar úr borðtennisfelagnum Tór úr Havn og TBF av Tvøroyri.

 

Kappingarskráin fyri kappingarárið 2019/2020 verður løgd til rættis í næstum. So skjótt hon er klár, verður hon kunngjørd her á heimasíðuni.

 

F.v.: Rói Hjaltason, Heri Lava Láadal, Ári F. Jensen og Tórur Eið Eliasen.

 

Aftast frá vinstru: Anja Wongwai, Marin Elisabet Poulsen og Britt Michelsen. Fremst frá vinstru: Hanna Fonsdal Højgaard og Victoria Debes.