Sunnudagin verður kappingarárið 2021/2022 skotið í gongd, tá ið fyrsta Grand Prix-umfar verður spælt. Hetta er fyrsta umfar út av seks umførum, sum verða spæld fram til í mars næsta ár.
Grand Prix-kappingin er skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Vinningar verða latnir øllum bólkavinnarum, og tá ið øll seks umførini eru spæld verða eisini samlaðir vinnarar heiðraðir.
Fyrsta Grand Prix-umfarið verður spælt í Trongisvági nú sunnudagin 3. oktober. Kappingin byrjar kl.13.30.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding frammanundan, men neyðugt er at boða frá við dómaraborðið tá ið møtt verður í høllini.
Fullfíggjaða kappingarskráin verður løgd út fyrsta dagin.