GP1-plakat.jpg

Fyrsta kappingin verður sunnudagin

Sunnudagin verður kappingarárið 2020/2021 skotið í gongd, tá ið fyrsta Grand Prix-umfar verður spælt. Hetta er fyrsta umfar út av seks umførum, sum verða spæld fram til í februar næsta ár.

 

Grand Prix-kappingin er skipað soleiðis, at øll kunnu vera við. Vinningar verða latnir øllum bólkavinnarum, og tá ið øll seks umførini eru spæld verða eisini samlaðir vinnarar heiðraðir.

 

Fyrsta Grand Prix-umfarið verður spælt í Trongisvági nú sunnudagin 25. oktober. Kappingin byrjar kl.13.30.

 

Tað er ikki neyðugt við tilmelding frammanundan, men neyðugt er at boða frá við dómaraborðið tá ið møtt verður í høllini.