16-9-ratio-size.jpg

Fyrsta kappingin í 2025 verður leygardagin

Nú er aftur at finna battini fram, tí nú leygardagin tann 11. januar verður fyrsta borðtenniskappingin í 2025.

Talan er um 4. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini á Hálsi í Havn.

Kappingin byrjar kl.12:00, og heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn.

Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini sæst annars á síðuni her.