Nú er aftur at finna battini fram, tí nú leygardagin tann 11. januar verður fyrsta borðtenniskappingin í 2025.
Talan er um 4. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini á Hálsi í Havn.
Kappingin byrjar kl.12:00, og heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn.
Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini sæst annars á síðuni her.