framur-umstodur.jpg
Borðtennisítróttin á Jersey hevur egna høll - umleið 34 x 17 metrar til støddar, og einar 6 metrar høg - umframt goymsluhøli, skiftingarrúm og kantinu

Framúr umstøður hjá borðtennisítróttini á Jersey

Geoff Reed Table Tennis Centre. Ein einføld høll til borðtennis. Høllin er umleið 17 falda 34 metrar, deiliga høg og rúmlig. Umframt høllina er eitt einfalt skiftingarrúm, eitt einfalt goymslurúm og ein einføld kaffistova við køki, sum samstundis kann brúkast sum fundarrúm.

Tað er alt og í Havn práta vit enn - heit luft og brotin lyfti - tað er tað vit megna.

Umstøðurnar til borðtennis eru framúr á Jersey. Við eini slíkari høll koma venjingarumstøður og kappingarumstøður á pláss í einum og vón er fyri framman hjá føroyskum borðtennis.