Borðtennissamband Føroya hevði leygardagin 21. oktober árliga aðalfundin, har eitt nú nevndarval var á skránni.
Fróði Fríðason Jensen og Elinborg C. Mortensen stóðu fyri vali í starvsnevndini, og tey tóku bæði við afturvali.
Wilhelm Nygaard, sum hevur verið kassameistari síðstu árini, tók á seinasta fundi ikki við afturvali, og nýggjur í starvsnevndini er Teitur H. Albinus.
Í kappingarnevndini eru eisini nýggj andlit, nevniliga Knútur Jóannesarson og Sveinur M. Nolsøe, sum koma afturat formanninum síðstu mongu árini, Peter H. Niclasen.
Nevndirnar í Borðtennissambandi Føroya eru nú hesar:
Starvsnevnd
Fróði Fríðason Jensen, formaður
Teitur H. Albinus, kassameistari
Pætur H. Albinus, skrivari
Elinborg C. Mortensen, nevndarlimur
Kappingarnevnd
Peter H. Niclasen, formaður
Kai Roest, nevndarlimur
Vagnur K. Nolsøe, nevndarlimur
Knútur Jóannesarson, nevndarlimur
Sveinur M. Nolsøe, nevndarlimur