frodi-fm-hendan.jpg

Fróði fullførdi sítt FM-hattrikk

Felags FM-finaludagurin í borðtennis, badminton og judo hevur verið í dag, og har er mansfinalan í einmansleiki nú liðugt spæld. Finalan í ár var ein endurtøka av finaluni í fjør ímillum Fróða F. Jensen og Hall Thorsteinsson, sum báðir tveir í løtuni umboða Amager BTK í Keypmannahavn.

 

Tað endaði við, at Fróði F. Jensen endurvann FM-gullið. Finaluna vann hann hesaferð eftir 4-1-finalusigur á Halli, har serliga Fróði var flúgvandi og við sannførandi spæli vann sítt fjórða FM-gull. Hini føroyameistaraheitini vann hann í 2012, 2014 og 2018.

 

Við sigrinum í einmansleiki seinnapartin tryggjaði Fróði F. Jensen sær somuleiðis eitt reint FM-hattrikk. Hann hevur nevniliga fyrr í dag vunnið FM í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki við ávikavist Halli Thorsteinsson og systrini, Duritu F. Jensen.