føroysku-menninir-silvur.jpg
Hallur, Peter og Pætur eitt flott silvurmerki fyri Føroyar.

Føroysku menninir silvur í liðkappingini í Reykjavík

Føroya A mannað við Peturi Niclasen, Halli Thorsteinsson og Pæturi Albinus vunnu Føroyum eitt flott silvurmerki í landsdystum móti Íslandi, Grønlandi og Jútlandi (Danmark) í Arctic Open í Reykjavík.

Fyrsta dystin vunnu menninir 3-0 ímóti Føroyum B. Allir dystirnir endaðu 3-0.

Næsta mótstøðuliðið hjá føroyingunum varð Ísland A. Hetta skuldi vísa seg, at verða dysturin um gullið. Íslendingarnir gjørdust ov sterkir og taptu vit 3-0. Men dystirnir vóru ikki ójavnari enn, at allir føroyingarnir vunnu sett ímóti íslendingum. Hallur Thorsteinsson tapti 3-2 ímóti Kára Mimisson (11-9, 5-11, 11-5, 8-11, 7-11). Peter Niclasen tapti 3-1 móti Magnusi K. Magnussen (12-10, 6-11, 6-11, 6-11). Pætur Albinus tapti 1-3 móti Daði Freyr Guðmundsson (12-10, 6-11, 10-12, 11-13).

Jútland stóð hinumegin borðið í triðja umfari. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur og allir dystirnir vístu seg, at verða javnir og góðir. Tíbetur endaði tað við føroyskum sigri 3-1. Fyrsta dystin vann Peter 3-2 ímóti Tobias W. Lund (11-4, 7-11, 11-7, 6-11, 15-13). Hallur vann eisini 3-2 ímóti Andreasi Rokkjær (9-11, 11-5, 13-11, 9-11, 11-7). Pætur tapti 3-1 móti Simon Hansen (8-11, 14-12, 5-11, 7-11). Hallur mátti aftur til borðið og vann hann 3-2 móti Tobias W. Lund (11-8, 9-11, 13-11, 9-11, 11-7).

Í fjórða umfari skuldu menninir royna seg móti Grønlandi. Vit vunnu 3-1 og silvurmerkini vórðu næstan tryggjaði. Hallur vann 3-0 (11-9, 11-4 og 11-5) á Ivik Nielsen, Peter vann 3-0 (11-3, 11-7 og 11-9) á Dines Hammeken, Pætur tapti 3-0 (8-11, 10-12 og 6-11) móti Aqqalu Nielsen og Hallur tryggjaði okkum sigurin við at vinna 3-0 (11-6, 11-8 og 11-5) ímóti Dines Hammeken í fjórða dystinum.

Nú manglaði bara Ísland B. Hetta vísti seg at gerast ein avgreiðsluspurningur. Peter vann 3-0 (11-5, 11-3 og 11-7) móti Jóhannes Bjarka Tómasson, Hallur vann 3-0 (11-4, 11-9 og 11-6) móti Óla Pálli Geirsson og Pætur vann 3-0 (14-12, 11-8 og 11-3) móti Einari Geirsson.

Flott flott.

Føroyar B var mannað við Eyðuni Ellendersen, Hanusi Sørensen, Knúti Jóannesarson og Sveini M. Nolsøe. B-liðið fekk dygga dystarvenjing hendan túrin og eingin roknaði við heiðursmerkjum. Teir endaðu eisini aftast, men tí høvdu øll roknað við.