foroysku-kv.jpg

Føroysku kvinnurnar hava longu vunnið fyrsta gullmerkið

Í liðkappingini hjá kvinnum hava føroysku kvinnurnar longu tryggjað Føroyum fyrsta gullmerkið. Kvinnuliðini hjá Grønlandi, Íslandi og Føroyum spæla øll ímóti øllum í einum bólki og Føroyar hava vunnið báðar dystirnar í fyrstu umførunum. Í løtuni dystast Grønland og Ísland um hvør skal hava silvur og bronsu.

Í fyrsta dystinum í morgun vann Føroyoar 3-1 á Íslandi og í øðrum umfari somuleiðis 3-1 á Grønlandi. Soleiðis er longu greitt undan seinasta umfarinum, at fyrsta gullmerkið er komið undir land.

Í fjør endaðu føroysku kvinnurnar nr. 4 - aftanfyri Ísland, Jútland og Grønland!

Í liðkappingini hjá monnum eru trý umfør eftir. Ísland, sum vann kappingina í fjør, hevur tapt ein spennandi dyst ímóti Grønlandi, 3-2. So nú verður spennandi at síggja um ein nýggjur vinnari eisini skal finnast hjá monnum.

Í løtuni dystast Føroyar I ímóti Grønlandi.

Myndir: Álvur Haraldsen.