Í døgunum 13.-17.mai tóku føroyskir borðtennisleikarar lut í Arctic Open 2016 í Reykjavík.
Níggju leikarar vóru við í føroyska hópinum - tey vóru: Maria Albinus, Durita F. Jensen, Anna Mikkjalsdóttir, Sveinur Nolsøe, Knútur Jóannesarson, Eyðun Ellendersen, Pætur Albinus, Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson.
Føroyska A-liðið hjá monnum vann bronsu í liðkappingini. Á liðnum vóru Pætur Albinus, Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson.
Kvinnuliðið vann silvur í liðkappingini. Á liðnum vóru Maria Albinus, Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir.
Í blandaðum tvímansleiki vunnu systkini Durita og Fróði bronsu - og Durita F. Jensen vann silvur í einmansleiki.
Borðtennissamband Føroya verða vertir fyri Arctic Open 2017. Arctic Open er árlig borðtenniskapping millum leikarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum.