Føroyska manslandsliðið við teimum trimum Tór-leikarunum, Fróða F. Jensen, Pæturi Albinus og Halli Thorsteinsson, kom fram til Týsklands í øllum góðum leygarmorgunin. HM-kappingin verður spæld í Westfallen Halle í Dortmund, sum hýsir stívliga 10.000 áskoðarum. Leikararnir búgva á hotelli í Bochum, sum er 20 minuttir í bussi frá Dortmund.
Leygardagin vandu teir eina ferð og sunnudagin tvær ferðir, og hava fyrireikingarnar sum heild eisini verið sera góðar undan fyrsta dystinum, sum verður mándagin kl.9 føroyska tíð ímóti Mongolia. Umframt Mongolia, eru Føroyar í bólki við Kyrgistan, Trinidad og Tobago, Liberia og Curacau. Hetta er ein av fýra bólkunum í fimtu og aftastu deildini í HM.
Trý lið úr hvørjum bólki koma víðari. Ilt er at spáða um mótstøðuna, men eftir at hava hugt at hinum liðunum undir venjing kann sigast so frægt sum, at Mongolia sær sera stint út, somuleiðis sum Trinidad og Tobago hevur ein stóran profil í leikaranum Dexter, sum liggur árakað 350 á heimsstyrkislistanum. Samanumtikið eru hini liðini tað, ið kann metast við støðið á Oyggjaleikum, so um kappingin hildnast væl hjá føroyingunum, skuldi ein møguleiki verið til staðar.
Vit frætta nærri hvørt kvøld eftir at føroyska landsliðið hevur verið í eldinum.