roskilde-24.jpg
Elsa Kathrina Gisladóttir.

Føroysk heiðursmerkir og fjølbroytt mótstøða í Roskilde

Um vikuskiftið hava átta føroyskir leikarar í aldrinum 11 til 20 ár verið í Danmark og luttikið í Spar Nord Cup 2024 í Roskilde. Talan var um tríggjar leikarar á føroyska A-landsliðnum, og fimm leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum.

Leiktir vórðu fýra kappingarbólkar - tveir leygardagin, og tveir sunnudagin.

Anja Wongwai legði bragdliga fyri og vann tíðliga leygardagin gull í Dame Klasse 1. Fýra leikarar vóru við, so leikt varð eitt bólkaspæl, har Anja gjørdi bart og vann allar dystirnar - eitt nú ímóti íslendska landsliðsleikaranum, Aldís Rún Lárusdóttir.


Anja Wongwai spældi væl í Roskilde og fekk gull sum løn.

Eitt annað føroyskt gullmerki var í kappingini. Hetta var í U21B hjá monnum, har Ári Fríðason Jensen fór allan vegin, og vann ein harðvunnan 3-2-sigur í finaluni. Eitt gott avrik hjá 19 ára gamla føroyska A-landsliðsleikaranum.


Ein errin Ári F. Jensen við gullheiðursbrævi eftir finalusigurin á Alex Møller úr Roskilde.

Vinmenninir úr TBF, Ólavur Hammer og Hans Jacob Gaard Petersen, fingu eisini heiðursmerkir við sær aftur til Føroya. Ólavur vann silvur í Herre Junior D, og Hans Jacob vann bronsu í Herre Junior C.

11 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini hevur sett sær fyri at vinna steyp hvørja ferð hann kappast í Danmark, og tað málið livir framvegis. Hesaferð vann hann silvur í Yngre Drenge B. Leikarin, sum hann tapti fyri í finaluni, vann hann tvær ferðir ímóti seinni í kappingini, so tað kundi tað sama verið gull.

Eitt gott avrik hjá Rasmusi var eisini, at hann spældi seg víðari úr bólkaspælinum í drenge elite, sum er sterkasta kapping í einum árgangi eldri, enn hann vanliga er heimahoyrandi í.


Rasmus Teitsson í Skorini ger seg til reiðar at taka ímóti servu.

Tað var ein væl nøgdur hópur, sum kom aftur til Føroya í dag, og hava tey øll somul - eisini tey, sum ikki blivu ímillum tey fremstu hesaferð - fingið eina rúgvu av góðum dystum í skjáttuna ímóti fjølbroyttari mótstøðu, sum er týðandi og mennandi fyri ungu leikararnar.

Um ein góðan mánað fer ungdómslandsliðið aftur á uttanlandsferð. Tá verður farið til Íslands, har ein størri hópur við níggju ungdómsleikarum um eitt langt vikuskifti fer at venja og kappast ímóti íslendska ungdómslandsliðnum.

Niðanfyri sæst ein størri myndaskjátta frá kappingini í Roskilde.