u-lands.jpg
F.v.: Rasmus Teitsson í Skorini, Ólavur Hammer, Jósva Fonsdal Højgaard, Hadassa S. Christiansen og Elsa Kathrina Gisladóttir. Á myndini vantar Anja Wongwai, tí hon longu er í Danmark.

Føroyingar kappast í Aarhus Open

Í dag hava leikarar á føroyska ungdómslandsliðnum sett kós ímóti Danmark, har teir um vikuskiftið skulu luttaka í stóru donsku kappingini Aarhus Open.

Kappast verður bæði leygardagin og sunnudagin – og ikki nokk við tí, so fara at leikararnir beint á venjingarlegu mánadagin, týsdagin og mikudagin í næstu viku.

Venjingarlegan verður somuleiðis í Aarhus – nærri nágreiniliga í høllini hjá Viby BTK, har føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, er ein av venjarunum.

Simon verður saman við Anders Holler og Dan Refstrup Jakobsen venjari á leguni, har danskir leikarar eisini luttaka, og høvuðsfokus verður taktikkur, serva/retur og at betra seg í dysti.

Føroysku leikararnir, sum luttaka í Aarhus Open og á venjingarleguni, eru:

Anja Wongwai (Amager BTK)
Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Ólavur Hammer (TBF)
Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

Ferðaleiðari er Teitur H. Albinus, og afturat honum í Aarhus vera eisini Pætur H. Albinus og Simon Nykjær-Fisher.