fo-115-plass.jpg

Føroyar fekk 115. pláss í lið-HM

Føroyar fekk eitt 115. pláss við HM fyri lið í Dortmund, Týsklandi. Hetta gjørdist greitt, eftir at føroyska landsliðið vann 3-2 á Zambia í dystinum um 115. og 116. pláss.

Hallur Thorsteinsson var fyrstur í eldin í dag, og royndi hann seg ímóti Friday Ng'Andu. Hóast Hallur var væl við, so mátti hann lúta tepurt 0-3 eftir at hava tapt settini við tveimum, trimum og tveimum bóltum.

Síðani kom Fróði Jensen á vøllin og vann hann greitt 3-0 á Martin Chewe. Pætur Albinus var triði maður og skuldi spæla ímóti Noel Kasanda, men hann møtti ikki til dystin og vann Pætur tískil uttan dyst.

Við støðuni 2-1 til Føroyar skuldi Fróði royna seg ímóti Friday Ng'Andu, sum Hallur tapti ímóti, men eiheldur Fróði megnaði at knógva honum og tapti 1-3. Tískil var spenningur í dystinum aftur áðrenn Hallur skuldi spæla avgerandi dystin, men hann lat ongan iva vera og vann 3-1.

Við samlaða 3-2-sigrinum á Zambia er greitt, at Føroyar enda á einum 115. plássi út av teimum 120 luttakandi londunum. Hetta er væl niðanfyri enn ætlað var, men máttu vit lúta í alt ov nógvum tøttum dystum, somuleiðis sum leikararnir ikki tóku av møguleikanum, tá ið hann var har. Tá ið ein ikki er tað í HM, so kemur tað undir øllum umstøðum at kosta.

Føroyar spældu tó nakrar sera góðar dystir og spælið var í løtum avbera gott, og sum dømi taptu Føroyar tepurt fyri bæði Panama og Curacau, ið vóru londini, sum spældu um bestu plaseringarnar - finaluna fyri tapararnar í 5. bestu deildini. Tíverri vóru eisini nógv minni gott at peika á, og rúm er gjørt fyri betringum til næsta lið-HM, nú farið verður undir at venja og rætta tað, ið ikki riggaði hesaferð.